Ráðstevnan varð hildin í Skálanum í Norðurlandahúsinum, og vóru tað serfrøðingarnir Søren Markussen og Mattias Stølen Due frá Center fra familieudvikling, sum saman við Teu Trillingsgaard, granskara á Aarhus universiteti, og Vígdis Skorheim frá MEA, ið greiddu frá hendan dagin.
Tea legði út við at deila vitan, sum hon í síni gransking í parlagnum er komin fram á. M.a. vísti hon á, at nøgdsemi í einum parlagi dalar, tá ið børn koma inn í myndina, og tvey sostætt gerast til trý. Hon vísti eisini á, at trivnaðurin hjá børnum í familjuni, er tengdur at trivnaðinum í parlagnum hjá foreldrunum.
Søren Markussen greiddi víðari frá, um hvussu tey hjá Center for familieudvikling hava tríggjar høvuðsdeildir, tá ið tey arbeiða við parlagnum og trivnaðinum hjá børnunum í familjuni. Tey bjóða skeið fyri pør, skeið fyri foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, eins og skeið fyri samansettum familjum.
Mattias tók áhoyrararnar ígjøgnum eina framvísing av einum nýggjum ókeypis amboði, ið er tókt hjá øllum at gagnnýta. Hettar amboðið kallast Vores parforhold, og liggur tað tókt á alnótini. Vores parforhold hevur til endamáls at styrkja parlagið. Tit kunnu royna amboðið á síðuni her: Vores parforhold – Tid til Partjek?
Til endans greiddi Vígdis frá um ítøkilig tiltøk sum MEA hevur sett í verk í Føroyum, eins og hon nam við verkætlanina ”Kom aftur til parlagið”. Verkætlanin skal kanna, hvussu vit við at styrkja parlagið, kunnu styrkja møguleikan fyri einum javnbjóðis tilknýti ímillum foreldur og barn teirra. Vekætlanin er sett at varða yvir tvey ár, og verður tað meira at hoyra um hesa gongdina í framtíðini. Verkætlanin er stuðlað av Nordea-fonden og Betri Stuðulsgrunninum.
Comments