Í farnu viku hava lærarar og heilsufrøðingar í felag tikið útbúgving, ið skal geva teimum vitan og førleikar at hava samrøðubólkar fyri børnum, hvørs foreldur ikki liva saman. Ætlanin er, at tilboðið skal bjóðast kring alt landið, so børn, ið uppliva skilnað millum foreldur, hava møguleika at tosa saman um møguligar avbjóðingar.
Børn og ung hava brúk fyri at vita, at tey eru ikki einsamøll, um tey stríðast í gerandisdegnum ella við kenslur. Tá ið foreldur fara hvør til sítt, kann tað gera børnini ótrygg ella kensluna av at vera einsamøll. Royndir vísa, at børn og ung hava stóra gleði av at luta teirra tankar og kenslur við javngomul, ið eru í somu støðu sum tey sjálvi.
- Mítt fokus hevur frá byrjan verið at fáa tvørfakligt arbeiði á breddan, har barnið er í miðdeplinum. Tí er tað eisini gleðiligt, at lærarar og heilsufrøðingar eru saman um at taka útbúgingina og saman um at hjálpa úti í skúlunum kring landið.
- Framyvir fara vit at kunna bjóða øllum børnum, har foreldur eru farin hvør til sítt, holla hjálp gjøgnum samrøðubólkar á skúlanum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum, ið eisini fegnast um, at MEA – Húsið fyri familjumenning, hevur tikið stig til at bjóða hesa útbúgvingina í Føroyum.
- Mítt ynski er eisini, at námsfrøðingarnir á dagstovnaøkinum fara at fáa hesa útbúgving og vitan, so hjálpin eisini kann koma yngri børnum til góðar, sigur landsstýrismaðurin.
Vígdis Skorheim, stjóri í MEA – Húsið fyri familjumenning, sigur, at nýggju barnabólkaleiðararnir kunnu verða við til at skapa eitt rúm, har børn og ung kunnu tosa um teirra kenslur, tankar og upplivingar, sum eru knýttar at skilnaðinum millum foreldur teirra. Hetta kunnu tey gera saman við øðrum børnum, sum fara gjøgnum somu avbjóðingar.
26 lærarar og heilsufrøðingar hava tikið útbúgving seinastu dagarnar.
- Vit síggja ein tørv, tí tað eru fleiri, sum uppliva skilnað millum foreldur, og tann tíðin kann vera trupul fyri nøkur børn, sigur Sólrun Foldbo, fakligur stjóri á Gigni.
- Vit eru sera glað fyri, at vit taka hesa útbúgving saman við lærarunum, og at útbúgvingin kann takast í Føroyum. Eg eri sannførd um, at samrøðubólkarnir verða ein hjálp til fleiri børn, og eisini kunnu vera við til at stimbra trivnaðin hjá børnum og familjum teirra, sigur hon.
Jónleif Johannesen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, vísir á, at lærarar eru saman við børnum alt árið, og síggja eisini sera væl hvussu børn trívast.
- Av royndum vita vit eisini, at um trivnaðurin hjá børnunum ikki er góður, so kunnu avbjóðingar eisini vera við innlæringini. Tí hava vit í Undirvísingarstýrinum raðfest hesa útbúgvingina saman við Gigni, so vit í felag kunnu veita hjálp úti á skúlunum kring landið, sigur Jónleif.
Tað er MEA – Húsið fyri familjumenning, ið hevur staðið fyri útbúgvingini í Føroyum saman við Center for familieudvikling í Danmark.
Comments