Ein ráðstevna við denti løgdum á týdningin, ið parlagið og familjan hevur fyri trivnaðin hjá børnum.
Í Føroyum eru børn, sum vaksa upp í heimum, har foreldrini ofta hava samanbrestir, ella har tøgn og fjarstøða millum tey er stór. Afturat hesum eru fleiri børn, ið uppliva stóra kreppu í samband við hjúnaskilnað/samlívsslit. Hesar støður kunnu hava við sær stórt órógv hjá børnunum, somuleiðis sum tær kunnu hava við sær strongd og upplivilsi av máttloysi og einsemi.
Við ráðstevnuni ynskir MEA at leggja dent á, hvat vit ítøkiliga kunnu gera í Føroyum fyri at betra um trivnaðin í parlagnum og familjuni – fyri børnini.
Atgongumerkir kunnu keypast her https://www.atgongumerki.fo/1887959/hvussu-styrkja-vit-trivnadin-hja-boernunum-i-familjuni
Ella við at senda okkum ein teldupost á vigdis@mea.fo
Skrá fyri dagin:
9.00 Vælkomin v/ Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna og útbúgvingarmálum
9.10 Hvønn týdning hevur parlagið fyri menning og trivnað hjá børnum og vaksnum? Við Teu Trillingsgaard, PhD. og lektari í menningarsálarfrøði og leiðari fyri deildina ”par- og familieforskning” á Aarhus Universitet.
10.45 Pause
11.00 Hvussu kunnu vit ítøkiliga styrkja trivnaðin í familjuni? – 1 partur Við Mattias Stølen Due, stjóri í Center for Familieudvikling.
11.45 Tónleikur
12.00 Frokost
13.00 Hvussu kunnu vit ítøkiliga styrkja trivnaðin í familjuni? – 2 partur Við Mattias Stølen Due, stjóri í
14.30 Pause
14.45 Hvussu hjálpa vit børnum í samband við hjúnaskilnað? – 2 partur Við Søren Marcussen, leiðari á familjudeildini í Center for Familieudvikling.
15.15 Hvat kunnu vit heilt ítøkiliga gera fyri at hjálpa familjunum í Føroyum? Við Vígdis Skorheim, stjóri í MEA.
16.00 Tak for i dag
Comments