Search

MEA bjóðar enn eitt áhugavert tilboð til pør

Seinasta mánað var Vígdis Skorheim, leiðari í MEA, í ørindum hjá Center for familieudvikling í Danmark, har hon varð góðkend sum ”Par-tjek” vegleiðari. Hettar merkir, at seinni í ár, verður møguligt hjá øllum pørum í Føroyum, at ogna sær eitt Par-tjek hjá MEA -húsið fyri familjumenning.


Sum Par-tjek vegleiðari, leiðbeinir Vígdis tykkum í, at finna fram til styrkirnar í parlagi tykkara, og er gongdin í trimum stigum:


Sum tað fyrsta, verður eitt netborið (online) spurnarblað sent tykkum. Hesum spurnarblaðnum svara tit hvør sær, har tykkum lystir, og er tað mett at taka á leið 40 minuttir at svara.

Síðani koma tit saman til tvær parsamrøður, sum hvør sær eru 90 minuttir til longdar. Vit avtala nærri, júst nær hesar samrøðurnar verða, soleiðis at tað passar tykkum, men verða tær innan eitt tíðarskeið á 1-3 vikur.

At enda fáa tit eina felags parlagsfrásøgn (feedback rapport), ið er bygd á netborðnu spurnarbløðini, tit áður svaraðu hvør sær. Frásøgnin er 24 síður til longdar við myndum og spurningum, og er hon tykkara felags útgangsstøði fyri parlagsprátið, eftir at tit í samrøðunum við Par-tjek vegleiðaran, hava fingið neyðugu samtaluamboðini.


Par-tjek er ætlað øllum pørum, ið ynskja at røkja um, og fáa meira vitan um parlagið. Par-tjek er tí fyri tykkum, sum ynskja amboð til áhaldandi, at taka tykkum av inniliga sambandinum, hvørt við annað.


Haldið eygað við heimasíðu okkara, og meldið tykkum til fyrstu Par-tjek samrøðurnar, ið verða tøkar í septemburmánaði 2022.



Á myndini síggjast Vígdis Skorheim, leiðari í MEA -húsið fyri familjumenning, og Mattias Stølen Due, stjóri í CFF -center for familieudvikling, á degnum, tá Vígdis gjørdist góðkendur vegleiðari í Par-tjek.

110 views0 comments

Recent Posts

See All