Search

Nýtt samstarv skal hjálpa familjuni



Góð sambond millum menniskju hava stóran týdning. Tá ið okkkurt kemur millum góðu sambondini – tað kann vera ósemjur ella annað – ella tá ið sambond brotna, er sorg og missur ein avleiðing. Alt ov nógv børn og vaksin líða, tí at tey ikki trívast í teirra tøttu sambondum, og tað gongur út yvir tað einstaka menniskja, familjuna og samfelagið bæði nú og í framtíðini, sigur Vígdis Skorheim, ið hevur tikið stig til MEA saman við Center for Familieudvikling í Danmark.


Felagsskapurin, MEA, er eitt samstarv við Center for Familieudvikling í Danmark, og hevur til endamál at skapa góðar relatiónir millum menniskju, bæði í og uttan fyri parlagið. Endamálið er at geva foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið og hvønn einstakan.


Center for Familieudvikling hevur longu virkað á sama grundarlag í Danmark síðani 2004, og hevur tí holla vitan og førleikar innan hetta økið, sum við hesum eisini kann koma føroyskum borgarum til gagns.


Gjøgnum góða samstarvið við Center for Familieudvikling hevur MEA eisini atgongd til góða samstarvið, sum CFF hevur við donsk og altjóða vísindafólk. CFF hevur tætt samstarv við vísindafólk frá Aarhus Universitet og granskingarstovnar í USA, Noregi og Hollandi.



Spennandi ráðstevna og fyrilestrar á skránni

Fríggjadagin 1. mars skipar MEA fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um familjusambond. Spennandi fyrilestrar eru á skránni við millum øðrum Mattias Stølen Due, Salua Manai og umboð fyri Familjufyrisitingina.


Mattias Stølen Due, ið er útbúgvin pyskolog og er stjóri á Center For Familieudvikling í Danmark, fer millum annað at tosa um, hví tað er ein góð politisk raðfesting at gera íløgu í familjuna, og eisini fer hann at tosa um samtalubólkar til børn, har foreldrini ikki eru saman. Mattias hevur givið út bókina „Pas på parforholdet - mens I stadig elsker hinanden“

Salua Manai, leiðari á Margarinfabrikkini, sum eisini er útbúgvin námsfrøðingur og var ein av stigtakarunum til samtalubólkar, ið verður nógv brúkt á skúlum og á Margarinfabrikkini, fer millum annað at tosa um teirra royndir við samtalubólkum.


Ein løgfrøðingur á Familjufyrisitingini fer at hava framløgu um foreldramyndugleika og samveru, har serligt fokus verður á samveru, og hvørji tilboð Familjufyrisitingin veitir.

Fyrilestrarnir eru serliga væl egnaðir til allar starvsbólkar, ið arbeiða við børnum og familjusambondum, so sum starvsfólk á dagstovnaøkinum, serøkinum, barnavernd, ungdómsarbeiðið og líknandi.


Atgongumerki kunnu keypast á www.atgongumerki.fo. Kostnaðurin er kr. 500 pr. persón


11 views0 comments

Recent Posts

See All