top of page
Search

Nordea-grunnurin vil stuðla við 100 mió. kr. næstu árini í Føroyum

Fyrsta verkætlanin, sum Nordea-grunnurin ella Nordea-Fonden hevur stuðlað, er MEA- Húsið fyri familjumenning. Í tí sambandi vitjaði stjórin fyri Nordea-grunnin, Henrik Lehman Andersen, stjóran í MEA, Vígdis Skorheim, og Duritu Samuelsen, verkætlanarleiðara.


Í Føroyum hevur stjórin fyri Nordea-grunnin, Henrik Lehman Andersen, eisini vitjað Ítróttarsambandið og FUR. Báðar eru sonevndir regnskjólafelagsskapir ella “paraplyorganisatiónir”, og vitjanirnar hava havt til endamáls at koma í samband við smærru lokalu felagsskapirnar kring landið, ikki minst fyri at gera vart við, at tær hava møguleika at søkja pening úr grunninum.

Harumframt hevur Henrik Lehman Andersen vitjað nakrar meira ítøkiligar felagsskapir, sum hann orðar tað, men av tí at tað ikki er heilt greitt enn, um teir fáa stuðul, eru teir ónevndir. Eisini hevur stjórin fyri Nordea-grunnin vitjað Visit FaroeIslands og verið á fundi við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, tilsamans umleið 5-8 ymiskar felagsskapir ella stovnar í Føroyum. Endamálið er at vísa andlit og lata lokalu felagsskapirnar vita, at Nordeagrunnurin er til og kann veita teimum stuðul. Alt ov fáar umsóknir úr Føroyum Nordea-grunnurin byrjaði fyri 2-3 árum síðani at eisini fokusera upp á Grønland og Føroyar, men hóast tey høvdu væntað, at tá fóru umsóknirnar at floyma inn frá londunum báðum, so hendi tað ikki. Tí hevur tað verið umráðandi seinastu tvey-trý árini at sýna hjáveru og at vera til staðar, nógv meira enn at stjórin bara kemur ein túr í nakrar dagar at tosa við einstakar fyritøkur. Stjórin sigur, at tey ætla sær at vera uppaftur meira nærverandi í norðuratlantisku londunum í ríkisfelagsskapinum framyvir.

Nordea-grunnurin varð annars stovnaður í endanum av 1980’unum. Tað var stóri danski sparikassin SDS, ið varð gjørdur til partafelag. Í teirri tilgongdini varð hann lagdur saman við tveir aðrar peningastovnar og gjørdist til Unibank. Ognirnar hjá fyrrverandi sparikassanum vórðu settar í grunn, og tann grunnurin kom so at eita Nordea-fonden ella Nordea-grunnurin á føroyskum.

Uppgávan hjá stjóranum í Nordea-grunninum er at brúka ognina í honum til at gera íløgur við í verkætlanir, ið kunnu geva avkast, og á tann hátt gerst tað handilsskapur. Grunnurin vinnur pening við at býta pening út. Ella, sum stjórin orðar tað: “Vit skulu forvinna so nógvan pening sum gjørligt, so vit kunnu býta so nógvan pening út sum gjørligt”. Áognin í Nordea-grunninum er umleið 15 milliardir, og í ár lutar grunnurin millum 700 og 800 milliónir út. Norde-grunnurin fevnir breitt Grunnurin setir serliga pening í heilsufremjandi verkætlanir, rørslu, náttúru og mentan. Fokusøkini hjá grunninum eru fýra í tali: 1) Børn og unge – godt på vej, ið snýr seg um familju, lívið á stovni, frítíðarlív, sálarliga heilsan hjá ungum og viðurskifti, ið kunnu knýtast at tí. 2) Ude i det fri, sum snýr seg um at fáa fólk meira út í náttúruna; hetta við at gera náttúruna meira atkomiliga, eitt nú við at gera gøtur.

Triðja fokusøkið eitur 3) Lyst til at deltage, hugurin at luttaka. Hetta hevur við sonevnda sivilsamfelagið at gera. Sjálvboðið arbeiði í felagsskapum fyllir nógv í hesum fokusøkinum, og grunnurin arbeiðir við at fáa fleiri til at gerast virkin á tí sjálvbodna økinum. Stjórin fer so langt sum at kalla sjálvbodna arbeiðið fyri “límið í samfelagnum”. Serliga ynskir grunnurin at fáa fleiri yngri fólk at taka lut í felagslívinum við at fara inn í felagsskapir og nevndir. Fólk skulu fáast at skilja, at onki kemur av sær sjálvum – tað er teirra luttøka, sum er avgerandi. Fjórða og seinasta fokusøkið er Liv i det lokale. Hetta byrjaði, eins og Nordea-grunnurin sjálvur, kring tann lokala sparikassan. Í gomlum døgum var lokali peningastovnurin nevniliga bæði tað fíggjarliga berandi og savningarstaðið í lokalsamfelagnum. Her leggur Nordea-grunnurin stóran dent á at fáa peningin so tætt borgaranum sum gjørligt. Søkjast kann um upp til 200.000 krónur til burðardygd í lokaløkinum. Stjórin nevnir sum dømi sólsellur á takinum á ítróttarhøllini, jarðhita og hitapumpur, men eisini útgerð til felagshús/bygdarhús, so til ber at hava fleiri felags máltíðir fyri lokalsamfelagið til dømis eina ferð um vikuna. Grunnurin letur umleið 50 milliónir til eina rúgvu av tílíkum smærri átøkum í lokalsamfeløgunum. MEA var fyrst at fáa stuðul frá Nordea-grunninum – og vit vóna at síggja fleiri Enn hevur Nordea-grunnurin ikki nakra heilt stóra verkætlan at vísa á í Føroyum, men stjórin nevnir, at grunnurin hevur stuðlað Isfjordscentret í Ilulisat, sum var ein stór íløga í ein bygning. Bygningurin gevur møguleika fyri, at felagslívið fær savnað seg har.

Á túrinum í Føroyum hevur stjórin fyri Nordea-grunnin tosað við nakrar møguligar móttakarar av styrki úr grunninum, eisini um størri upphæddir. Ítøkiliga nevnir stjórin dømið um, at grunnurin stuðlar MEA, húsinum fyri familjumenning, ið m.a. fæst við parlag og foreldraskap, og her sigur Henrik Lehman Andersen, at tað er eitt klassiskt dømi um, hvat Nordea-grunnurin vanliga stuðlar, nevniliga at geva børnum eina góða byrjan í lívinum. Stjórin hugtikin av hvussu væl vinnan stuðlar í Føroyum Stjórin fyri Nordea-grunnin fekk sjálvsagt eisini tann obligatoriska spurningin, sum øll, sum koma uttanífrá fáa, nevniliga hvat hann heldur um Føroyar. Svarið var, at hann sær Føroyar sum eitt sera vælvirkandi samfelag, og serliga legði hann til merkis, hvussu væl útbygt infrakervið er. Stovnar og felagsskapir í Føroyum tykjast vera sterkir, heldur hann.

Og serliga á tí økinum eru Føroyar og Grønland fullkomiliga ymisk, sigur Henrik Lehman Andersen. Í Grønlandi er fólkið nógv integrerað við náttúruna, meðan føroyingar eru heilt øðrvísi. Føroyingar eru treiskari (á positiva mátan), men eisini sera arbeiðssamir og duga væl at taka initiativ, leggur hann afturat.

Eitt, sum hann eisini hevur bitið merki í, er, hvussu væl lokala vinnulívið í Føroyum tekur undir við frítíðarvirksemi í lokaløkjunum. Tá Nordea-grunnurin hyggur at ymiskum verkætlanum í Føroyum, sum tey kanska kunnu stuðla, so síggja tey javnan, at lokala vinnulívið longu er við sum stuðlar. Vinnan í Føroyum hevur tikið sær uppgávur og fíggjarligar ábyrgdir á seg, sum í Danmark ofta liggja hjá grunnum.

At felagslívið í Føroyum ofta hevur vinnulívið í rygginum er ein risastórur fyrimunur, tá søkjast skal um stuðul úr grunnum í Danmark, endar Henrik Lehman Andersen við at siga, og hetta betrar um fortreytirnar fyri, at Nordea-grunnurin eisini vil stuðla lokalum verkætlanum í Føroyum. Meiri enn 100 mió. kr. skulu helst koma til Føroyar næstu árini At enda í samrøðuni við Henrik, spyrja vit hvat føroyska samfelagið kann vænta av pengum úr Nordea-grunninum. Stjórin svarar ivaleysur, at um 2-3 ár, tá ið Norðlýsið aftur skal gera samrøðu við stjóran, so hevur Nordea-grunnurin vónandi stuðlað verkætlanum í Føroyum við umleið 100 mió. kr. í alt.

Í Føroyum eru so nógv dugnalig og arbeiðssom fólk, at stjórin væntar at tað koma nógvar spennandi verkætlanir, sum Norde-grunnurin kann vera við í.


63 views0 comments

Comments


bottom of page