top of page
Search
vigdis80

Suni Poulsen nýggjur formaður í stýrinum hjá MEA

MEA - húsið fyri familjumenning, hevur økt munandi um virksemið seinastu árini, hóast

stovnurin enn er rímiliga nýggjur. Arbeiðið hjá stovninum savnar seg fyrst og fremst um at skapa góð sambond millum menniskju bæði í parlagi og uttan fyri parlag.


Í samband við at undanfarna forkvinna, Sonja í Gong, fór frá, valdi nevndin at skipa seg við Suna Poulsen, sum formanni.

Suni Poulsen er Cand. Psyk. aut, og arbeiðir sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur. Hann hevur millum annað áður arbeitt á psykiatriska depilinum, verið verkætlanarleiðari á Heilsutrygd og hevur arbeitt við vinnusálarfrøði.


Í stýrinum fyri MEA, sita eisini Mattias Stølen Due, Cand. Psyk. aut., stjóri í Center for familieudvikling í Danmark og Jórun Gardar, Cand. Merc. Kom., ráðgevi/varastjóri í Vinnuhúsinum.

36 views0 comments

Comments


bottom of page