top of page
Search
vigdis80

Vága kommuna og MEA gjørt samstarvsavtalu

Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Vága kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannaráðið og MEA.


Í morgun skrivaðu Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu og Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA undir samstarvsavtalu.

Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp at styrkja um

familjulívið. Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Vága kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið.

Avtalan gevur møguleika fyri at:

* Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP-skeið ókeypis.

* Øll foreldrapør í kommununi kunnu tekna seg til KIFF-skeið ókeypis.

* Allar familjur í kommununi hava møguleika at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving.

PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement ella leysliga týtt, Praktiskur reiðskapur til eitt enn betri parlag.

- KIFF-skeiðið er til foreldur, sum eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.

Í Vága kommunu siga tey, at um undirtøkan verður nóg stór, verður miðjað eftir at skipa fyri skeiðum í Vágum.

- Tey, sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella mea@mea.fo.


Samstarvsavtalan millum partarnar er galdandi frá 1. januar 2023 at rokna og eitt ár fram.

41 views0 comments

Recent Posts

See All

Comments


bottom of page