top of page
iStock-1210227450.jpg

Ráðgeving

Parterapi

 

Nógv uppliva, at tað kann tykjast torført at fáa eitt parlag at rigga í dagligdegnum. Tann siðbundna myndin av einum fullkomnum samlívi við børnum, samanfluttum børnum, arbeiði, vinum og familju kann vera torført at útinna í dagligdegnum, og tað kann tykjast sum at eitt stórt trýst verður lagt á teg. Vit hava øll eina mynd av, hvussu tað “burdi verið” og kunnu uppliva, at tað krevur hart arbeiði og at tað er torført at góðtaka dagligdagin, tá ið trupulleikar og ósemjur taka seg upp.

Hvussu kann parterapi hjálpa?

Tit kunnu fáa gleði av parterapi, um tit hava trupulleikar við til dømis:

  • At parlagið fjarar spakuliga burtur

  • At kynslívið er lítið ella ikki til

  • At tit liva hvør tykkara lív, hóast tit eru saman

  • At tit ikki lata undanfarnar upplivingar og ósemjur fáa frið

  • At tit hava ósemjur um bæði stór- og smáting

  • At tit bert eru foreldur saman, ikki eitt par

  • At tit sakna hvørt annað/hvør annan/hvørja aðra, men ikki finna útav, hvussu tit skulu vera saman

 

Hvussu riggar parterapi?

Eg nýti parterapi sum eina gongd, har ið eg, í samstarvi við parið, leggi dent á at vísa parlagnum ans, at betra um samband og samskifti, og harvið at fáa parlagið at rigga. Yvirskipaða málið við parterapi er sostatt, at vísa parlagnum sjálvum ans, støðu og samband tykkara við, og at styðja tykkum í at nýta tilfeingið í einum parlagi samstundis. 

 

Málið við parterapi er:

  • At økja uppmerksemið á samband og samskifti í parlagnum

  • At økja uppmerksemið á einsæris og persónliga ábyrgd og felags ábyrgd

  • At geva báðum pørtum møguleika fyri at velja, og at gera greitt, at aðrir hættir at vera saman uppá finnast

  • At gera greitt, at tað er møguligt at broyta gomul, fruktalítil mynstur

  • At geva parinum rúm og møguleika fyri at tosa um tað pínufulla, sum til dømis manglandi álit, svik, einsemi og sakn

  • At styðja parinum í at menna førleikar soleiðis, at parið fær aðrar møguleikar í at handfara ósemjur

  • At gera greitt, hvussu parið saman kann nýta tilfeingi, sum til dømis styrki, í parlagnum

 

Hjá mær er parterapi ein samrøða ímillum 3 partar, nevniliga meg og parið. Eg styðji tykkum í tí, ið er torført at tosa um, við at vera ein virkin partur. Eg greiði tykkum frá tí, ið eg eygleiði, og gevi tykkum soleiðis møguleikan at fáa “eyka eygu” á støðu tykkara. Eg haldi ikki við nøkrum – eg leggi dent á samleikan, ella manglandi samleikan, ið tit skapa saman. 

Ein samrøðutími kostar 600kr og kann gjaldast í reiðum peningi ella við nondgjaldið. (kontakløs betaling)

 

bottom of page