Um MEA
Orðið MEA merkir á latínskum „mín familja“. Endamálið við MEA er, at skapa góð sambond millum menniskju bæði í parlagi og uttan fyri parlag.
Góð sambond millum menniskju hava stóran týdning. Tá ið okkkurt kemur millum góðu sambondini – tað kann vera ósemjur ella annað – ella tá ið sambond brotna, er sorg og missur ein avleiðing.
Alt ov nógv børn og vaksin líða, tí at tey ikki trívast í teirra tøttu sambondum, og tað gongur út yvir tað einstaka menniskja, familjuna og samfelagið bæði nú og í framtíðini.
MEA arbeiðir fyri tryggleika og trivnaði millum menniskju.
Endamál sjálvsognarstovnsins er at skapa góðar relatiónir millum menniskju, bæði í og uttan fyri parlagið. Endamálið er at geva foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið og hvønn einstakan.
MEA arbeiður fyri tryggleika og trivnaði í samspælinum millum menniskju. Vit vilja styrkja relatiónir og fyribyrgja mistrivnaði gjøgnum upplýsing, útbúgving og terapi – til gleði fyri børn, ung og vaksin.
Vit styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað.
Samstarvsfelagi
Center for Familieudvikling í Danmark og MEA hava valt at samstarva um at náa málinum hjá MEA í Føroyum.
Center for Familieudvikling hevur longu virkað á sama grundarlag í Danmark síðani 2004, og hevur tí holla vitan og førleikar innan hetta økið, sum við hesum eisini kann koma føroyskum borgarum til gagns.
Gjøgnum góða samstarvið við Center for Familieudvikling hevur MEA eisini atgongd til góða samstarvið, sum CFF hevur við donsk og altjóða vísindafólk. CFF hevur tætt samstarv við vísindafólk frá Aarhus Universitet og granskingarstovnar í USA, Noregi og Hollandi.
Meira upplýsing um CFF er www.familieudvikling.dk