top of page
Ókeypis foreldrasamstarvsskeið í Klaksvík
Ókeypis foreldrasamstarvsskeið í Klaksvík

mik. 27. okt.

|

Hotel Klaksvík

Ókeypis foreldrasamstarvsskeið í Klaksvík

Ókeypis skeið í felags foreldraábyrgd til øll foreldur, ið eru farin hvør til sítt. Skeiðið er: Mikudag 27. oktober kl. 13:00- 17:00 Mikudag 17. november kl. 13:00- 17:00 Mikudag 1. desember kl. 13:00- 17:00

Tilmeldingarfreistin er farin
Sí onnur skeið og tiltøk

Nær og hvar?

27. okt. 2021, 13:00 – 17:00

Hotel Klaksvík, 38 Víkavegur, Klaksvík 700, Færøerne

Innihald

Búgva tit í norðoyggjum og ynskja tit, at styrkja tykkara foreldrasamstarv, so er hetta skeiðið til tykkum.

Foreldrasamstarvsskeiðið er til tykkum foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um tykkara felags børn. Skeiðið er bæði til tykkum, ið júst eru farin frá hvørjum øðrum, og tykkum, ið langtsíðani eru farin frá hvørjum øðrum. Tað er eisini møguligt at luttaka á skeiðnum uttan hitt foreldrið.

Hava tit eitt mál í Familjufyrisitingini (barnaserkøn ráðgeving og mekling undantikið) ella í rættinum, tá ið tit melda tykkum til, skulu tit fyrst til eina innleiðandi samrøðu, har ið tit fáa at vita, hvørt skeiðið er rætta tilboð til tykkum her og nú, ella um tað er betri at bíða ella at byrja við samrøðum. Tit kunnu biðja um eina tíð til innleiðandi samrøðu, tá ið tit melda tykkum til.

Eitt Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið) er eitt námsfrøðiligt skeið, ið leggur dent á foreldrasamstarvið, og hvussu tit sum foreldur best kunnu styðja børn tykkara eftir hjúnaskilnað. Skeiðið er ment av Center for Familieudvikling við støði í nýggjastu vitanini um evnið og er grundað á grundreglurnar handan PREP.

Skeiðið gevur tykkum vitan og reiðskap til at:

- Betra um foreldrasamstarv og samskifti

- Styðja børnini sum frægast í teirra gerandisdegi í tveimum heimum

- Verða meira tilvitað um egna gongd í hjúnaskilnaði

“Skeiðið er til tey djørvu foreldrini, ið tora at taka seg sjálvi og børnini í álvara – og ið vilja hava góðan trivnað fyri deiliforeldur og børn” – luttakari í Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið)

Innihald:

Skeiðið skiftir ímillum frálæru og samrøðuvenjingar. Í venjingunum skulu foreldrapør tosa saman við hjálp frá einum samrøðutóli og við styðjan frá einum vegleiðara nakað av tíðini.

Skeiðið er grundað á 10 frálæruevni:

  • Skilnaður sum lívskollvelting
  • Tað týdningarmikla samskiftið
  • Samstarvshættir eftir skilnað
  • Hvussu børn reagera
  • Okkara foreldrasamstarv
  • Tá ið samskiftið er trupult
  • At stuðla børn í skilnaði
  • At býta tíðina saman við børnunum
  • Leiðin fram - saman 
  • Leiðin fram - hvør sær

Longd:

Skeiðið er í tríggjar dagar frá kl.13-17, 12 tímar tilsamans.

Uppfylgjandi samrøða

Eftir eitt Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið) er ein uppfylgjandi samrøða.

Hava tit verið á Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið) kunnu tit biðja um tíð til eina uppfylgjandi samrøðu, ið er nakrar mánaðir eftir skeiðið. Samrøðan er 1,5 tímar til longdar, og hon verður hildin saman við einum av okkara lærarum. Í samrøðuni tosa vit um, hvussu foreldrasamstarvið hevur gingist síðani skeiðið, og hvussu samstarvið kann mennast enn meira.

Prisur fyri uppfylgjandi samrøðu: 500kr

Ofta spurt:

Skal eg sita saman við og tosa við mítt viðforeldur?

Skeiðið leggur upp til samrøður millum teg og títt viðforeldur. Onkuntíð verða tit styðjað í samrøðuni av einum vegleiðara, men tit skulu eisini tosa eina. Tit fáa frálæru í einum serligum samrøðuhátti, ið hjálpir tykkum við at samrøða týðiligt og uppbyggiligt. Nøkur foreldur, ið koma til skeiðið, hava ikki tosað saman andlit til andlits í eina tíð. Tað er týdningarmikið, at tú ert klár ella klárur til at luttaka í samrøðuvenjingum við tínum viðforeldri og ert fús ella fúsur at fáa eina samrøðu í lag, eisini tá ið tit ikki verða styðjað av einum vegleiðara.

Fáa vit hjálp til til dømis avtalur um samveru?

Í einum Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið) fáa tit ikki hjálp við at greiða samveru- og bústaðarspurningar, men endamálið er at betra um møguleikar fyri samstarvi. Endamálið er, at skeiðið kann fyrireika tykkum til sjálvi at fáa greiðu á tílíkum spurningum. Hava tit júst nú brúk fyri hjálp við at fáa avtalur í lag ella einari bráðfeingis greiðu, viðmæla vit í flestum førum til, at tit byrja við persónligari vegleiðing í hjúnaskilnaði áðrenn skeiðið byrjar.

Hvat nú, um vit hava eitt løgfrøðiligt sakarmál í familjufyrisitingini?

Vit mæla til, at tit leggja málið niður ella fáa tað avgjørt, áðrenn tit byrja í Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið). Tað er oftani torført at styrkja samstarvið, samstundis sum tit í øðrum hølum føra fram mál sum “andstøðingar”. Nøkur foreldur eru før fyri at seta málið í bíðistøðu í sinninum og at hugsavna seg um samstarvsgongdina. Um tit eru í einum løgfrøðiligum máli (undantikið mediatión og serkøna barnavegleiðing), er tað ein fortreyt, at tit byrja við einari innleiðandi samrøðu, har ið tit fáa greiðu á, um skeiðið er rætta tilboðið júst nú. Tað kann eisini henda seg, at vit mæla til, at tit fáa greiðu á hesum avtalum áðrenn tit byrja á skeiðnum. 

Hvat nú, um hitt foreldrið ikki vil luttaka?

Av ymiskum orsøkum kunnu foreldur ikki altíð luttaka á sama skeiði. Á hvørjum skeiði hava vit tí gjørt tað møguligt, at eitt foreldur kann luttaka einsamalt. Vit mæla í hesum føri til, at tit taka skeiðið hvør sær, og at tit aftaná luttaka saman í einari uppfylgjandi samrøðu ella í einari vegleiðingargongd.

Hvat nú, um barn okkara ikki trívist?

Tað skal altíð takast í álvara, um børn vísa seg ikki at trívast. Ofta kann barnsins atburður vera knýttur at einum torførum samstarvi millum foreldrini. Eitt Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið) kann betra um samstarvið, men ofta er brúk fyri at fylgja tí við meira hjálp.

Deil á

bottom of page