mik. 04. okt.
|Webinar
Ókeypis foreldrasamstarvsskeið sum webinar
Ókeypis skeið í felags foreldraábyrgd til øll foreldur, ið eru farin hvør til sítt. Skeiðið er: Mikudag 4. oktober kl. 13:00- 15:00 Mikudag 18. oktober kl. 13:00- 15:00 Fríggjadag 3. nov kl 13:00-15:00
Nær og hvar?
04. okt. 2023, 13:00 GMT+1 – 03. nov. 2023, 15:00 GMT
Webinar
Innihald
Foreldrasamstarvsskeiðið er til tykkum foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um tykkara felags børn. Skeiðið er bæði til tykkum, ið júst eru farin frá hvørjum øðrum, og tykkum, ið langtsíðani eru farin frá hvørjum øðrum. Tað er eisini møguligt at luttaka á skeiðnum uttan hitt foreldrið.
Eitt Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið) er eitt námsfrøðiligt skeið, ið leggur dent á foreldrasamstarvið, og hvussu tit sum foreldur best kunnu styðja børn tykkara eftir hjúnaskilnað. Skeiðið er ment av Center for Familieudvikling við støði í nýggjastu vitanini um evnið og er grundað á grundreglurnar handan PREP.
Skeiðið gevur tykkum vitan og reiðskap til at:
- Betra um foreldrasamstarv og samskifti
- Styðja børnini sum frægast í teirra gerandisdegi í tveimum heimum
- Verða meira tilvitað um egna gongd í hjúnaskilnaði
“Skeiðið er til tey djørvu foreldrini, ið tora at taka seg sjálvi og børnini í álvara – og ið vilja hava góðan trivnað fyri deiliforeldur og børn” – luttakari í Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið)
Innihald:
Skeiðið skiftir ímillum frálæru og samrøðuvenjingar. Í venjingunum skulu foreldrapør tosa saman við hjálp frá einum samrøðutóli og við styðjan frá einum vegleiðara nakað av tíðini.
Skeiðið er grundað á 10 frálæruevni:
- Skilnaður sum lívskollvelting
- Tað týdningarmikla samskiftið
- Samstarvshættir eftir skilnað
- Hvussu børn reagera
- Okkara foreldrasamstarv
- Tá ið samskiftið er trupult
- At stuðla børn í skilnaði
- At býta tíðina saman við børnunum
- Leiðin fram - saman
- Leiðin fram - hvør sær
Longd:
Skeiðið er í tríggjar dagar frá kl.13-15, 6 tímar tilsamans.