

mik. 18. okt.
|Webinar
Ókeypis foreldrasamstarvsskeið sum webinar
Ókeypis skeið í felags foreldraábyrgd til øll foreldur, ið eru farin hvør til sítt. Skeiðið er: Mikudag 18. oktober kl. 13:00- 15:00 Fríggjadag 3. nov kl 13:00-15:00
Nær og hvar?
18. okt. 2023, 13:00 – 14:00 GMT+1
Webinar
Innihald
Foreldrasamstarvsskeiðið er til tykkum foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um tykkara felags børn. Skeiðið er bæði til tykkum, ið júst eru farin frá hvørjum øðrum, og tykkum, ið langtsíðani eru farin frá hvørjum øðrum. Tað er eisini møguligt at luttaka á skeiðnum uttan hitt foreldrið.
Eitt Víðari Eftir Hjúnaskilnað (KIFF-skeið) er eitt námsfrøðiligt skeið, ið leggur dent á foreldrasamstarvið, og hvussu tit sum foreldur best kunnu styðja børn tykkara eftir hjúnaskilnað. Skeiðið er ment av Center for Familieudvikling við støði í nýggjastu vitanini um evnið og er grundað á grundreglurnar handan PREP.
Skeiðið gevur tykkum vitan og reiðskap til at:
- Betra um foreldrasamstarv og samskifti
- Styðja børnini sum frægast í teirra gerandisdegi í tveimum heimum
- Verða meira tilvitað um egna gongd í hjúnaskilnaði