

frí. 28. okt.
|Færøerne
Ókeypis par-skeið í Føroyum
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum í smábarnafamiljum. Skeiðini vera í Klaksvík í juni, í Runavík í september og í Tórshavn í oktober. Fríggjadag kl. 9:00-16:00 Leygardag kl. 9:00-16:00 Møguligt er, at melda tykkum til longu nú, og vit venda aftur til tykkum tá dato er sett á.
Nær og hvar?
28. okt. 2022, 09:00 – 29. okt. 2022, 16:00
Færøerne, Færøerne
Innihald
Parskeið (PREP)
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum í smábarnafamiljum.
Gev parlagnum eitt boost.
Tað er ringt at geva kærleikanum góðar gróðrarvánir í einum skundmiklum gerandisdegi, tó at tey flestu vilja eitt gott parlag og trygga familju. Á parskeiðnum fáa tit íblástur til at røkja um kærleikan.
Parskeiðið (PREP) er eitt fyribyrgjandi skeið, ið MEA-húsið fyri familjumenning bjóðar. Talan er hvørki um bólkaarbeiði ella siðbundið parterapi. Skeiðið er grundað á bólkafrálæru, har ið persónligar samrøður við tín partnara verða skoyttar uppí. Vit vænta ikki, at tit siga øðrum frá tykkara persónliga lívi. Eitt parskeið er til øll pør – í øllum skeiðum í lívinum og í øllum familjuviðurskiftum.
Lær at samskifta týðiliga og uppbyggjandi.