

týs. 19. okt.
|Á KÍ- loftinum í Klaksvík
Ókeypis par-skeið í Klaksvík til foreldur, ið hava børn við serligum tørvi
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum, ið hava eitt barn við serligum tørvi. Skeiðið er: Týsdag 19. oktober kl. 9:00-16:00 Týsdag 26. oktober kl. 9:00-16:00
Nær og hvar?
19. okt. 2021, 09:00 – 16:00
Á KÍ- loftinum í Klaksvík, 7 Bøgøta, Klaksvík 700, Færøerne
Innihald
Parskeið (PREP)
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum, ið hava eitt barn við serligum tørvi.
Er barn tykkara millum 0-18 ár og búgva tit í norðoyggjum, er hetta skeiði til tykkum.
Gev parlagnum eitt boost.
Tað er ringt at geva kærleikanum góðar gróðrarvánir í einum skundmiklum gerandisdegi, tó at tey flestu vilja eitt gott parlag og trygga familju. Á parskeiðnum fáa tit íblástur til at røkja um kærleikan.
Parskeiðið (PREP) er eitt fyribyrgjandi skeið, ið MEA-húsið fyri familjumenning bjóðar. Talan er hvørki um bólkaarbeiði ella siðbundið parterapi. Skeiðið er grundað á bólkafrálæru, har ið persónligar samrøður við tín partnara verða skoyttar uppí. Vit vænta ikki, at tit siga øðrum frá tykkara persónliga lívi. Eitt parskeið er til øll pør – í øllum skeiðum í lívinum og í øllum familjuviðurskiftum.