

frí. 10. sep.
|Runavík
Ókeypis par-skeið í Runavík
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum í smábarnafamiljum. Skeiðið er: Fríggjadagin 10. september kl. 9:00-16:00 Fríggjadagin 17. september kl. 9:00-16:00
Nær og hvar?
10. sep. 2021, 09:00 – 16:00
Runavík, 22 Mýravegur, Runavík 620, Færøerne
Innihald
Parskeið (PREP)
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum í smábarnafamiljum.
Gev parlagnum eitt boost.
Tað er ringt at geva kærleikanum góðar gróðrarvánir í einum skundmiklum gerandisdegi, tó at tey flestu vilja eitt gott parlag og trygga familju. Á parskeiðnum fáa tit íblástur til at røkja um kærleikan.
Parskeiðið (PREP) er eitt fyribyrgjandi skeið, ið MEA-húsið fyri familjumenning bjóðar. Talan er hvørki um bólkaarbeiði ella siðbundið parterapi. Skeiðið er grundað á bólkafrálæru, har ið persónligar samrøður við tín partnara verða skoyttar uppí. Vit vænta ikki, at tit siga øðrum frá tykkara persónliga lívi. Eitt parskeið er til øll pør – í øllum skeiðum í lívinum og í øllum familjuviðurskiftum.
Lær at samskifta týðiliga og uppbyggjandi.