frí. 28. apr.
|Miðvágur
Ókeypis par-skeið í Vágum til foreldur, ið hava børn við serligum tørvi
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum, ið hava eitt barn við serligum tørvi. Skeiðið er: Fríggjadag 28. apríl kl. 9:00-16:00 Leygardag 29. apríl kl. 9:00-16:00
Nær og hvar?
28. apr. 2023, 09:00 – 29. apr. 2023, 16:00
Miðvágur , Færøerne
Innihald
Parskeið (PREP)
Ókeypis par-skeið fyri øllum foreldrum, ið hava eitt barn við serligum tørvi.
Er barn tykkara millum 0-18 ár og búgva tit í norðoyggjum, er hetta skeiði til tykkum.
Gev parlagnum eitt boost.
Tað er ringt at geva kærleikanum góðar gróðrarvánir í einum skundmiklum gerandisdegi, tó at tey flestu vilja eitt gott parlag og trygga familju. Á parskeiðnum fáa tit íblástur til at røkja um kærleikan.
Parskeiðið (PREP) er eitt fyribyrgjandi skeið, ið MEA-húsið fyri familjumenning bjóðar. Talan er hvørki um bólkaarbeiði ella siðbundið parterapi. Skeiðið er grundað á bólkafrálæru, har ið persónligar samrøður við tín partnara verða skoyttar uppí. Vit vænta ikki, at tit siga øðrum frá tykkara persónliga lívi. Eitt parskeið er til øll pør – í øllum skeiðum í lívinum og í øllum familjuviðurskiftum.
Lær at samskifta týðiliga og uppbyggjandi.
Parlagið er broytiligt og kann vaksa og trívast, tá ið mann arbeiðir við tí í felagi.
Parskeiðið PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement Program ella leystliga týtt; Praktiskur Reiðskapur til eitt Enn betri Parlag. Skeiðið er grundað á gransking í, hvat tarnar og styðjar eitt gott parlag. Tit fáa reiðskapin til at samskifta trygt og til at fáa eina betri fatan av tykkum sjálvum og tankar og kenslur hjá hvørjum øðrum.
Hvat fáa tit burturúr einum parskeiði?
- Vitan um, hvussu tit kunnu røkja kærleikan í gerandisdegnum
- Reiðskap til at gera uppbyggiligar rammur fyri ta góðu samrøðuna
- Innlit í, hvussu tit kunnu klára avbjóðingar saman
- Nýtiligt innlit í, hvussu tit kunnu varðveita og røkja um tykkara vinalag, nærlív og felags virði
Innihaldsskrá:
Skeiðið er grundað á 9 frálæruevni:
- Innleiðsla og framløga
- Kærleiki
- Trygd
- Samskifti
- Samskiftisavbjóðingar
- Trupulleikagreiða
- Kynslív
- Semja
- Vegurin víðari
Hent kunning:
Eitt parskeið (PREP) er tveir dagar og 14 tímar tilsamans.
Báðar dagar kl.09-16.
Drekkamuður og miðmáli fæst báðar dagar.
Stutt og gott um parskeiðið PREP
Parskeiðið PREP er eitt frálærutilboð – tað skal ikki sammetast við parterapi. Skeiðið er ein støðug skrá, ið kemur úr University of Denver í USA. PREP er ment av professara í sálarfrøði, Howard Markman, og starvsfeløgum hansara á tí amerikanska fróðskaparsetrinum, og tað er grundað á meira enn 30ára gransking í, hvat tarnar og styðjar parlag, har ið báðir partar trívast.
Center for Familieudvikling í Danmark tók skeiðini til Danmarkar í 2004, og tað er tess ábyrgd at dagføra og tillaga innihaldið til danskar umstøður og at útbúgva PREP-skeiðsleiðarar her í landinum.
Okkara dugnaligu skeiðsleiðarar leiða skeiðsnæmingar ígjøgnum nøkur evni, og teir skifta ímillum stuttar framløgur, filmsbrot og lutaleik. Ímillum hvørt evni er tíð til, at ein kann tosa við partnaran um tey ymisku evnini í samband við egið parlag.
Tað persónliga innihaldið verður ikki deilt við aðrar skeiðsnæmingar.
PREP og gransking
PREP er grundað á næstan 30ára gransking í, hvat skapar betri samband í parløgum. PREP-royndin kann hjálpa við at skapa rammur fyri eitt sunnari parlag og betri trivnað í familjum. Gransking vísir, at pør, ið læra at brúka grundreglurnar handan PREP, hava størri líkindi fyri at vera verðandi saman. Framhaldsviðgerðir vísa, at pør, ið hava verið á PREP-skeiði, hava færri trupulleikar og hava jaligari sínámillum ávirkan og samskifti við hvørt annað.
VIVE – Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd (áður SFI) kom fram til ta niðurstøðu í 2014, at PREP er tann best skjalprógvaða millumgonguskráin til fyribyrging fyri brot í samlívi.
“PREP er tann best skjalprógvaða millumgonguskráin. Tað er her, at flest og tann best gjøgnumførda granskingin er – eisini gransking, ið ikki er gjørd í samstarvi við tey, ið hugsaðu upp PREP-skránna.”
“Altjóða gransking vísir, at tað hevur havt gagnliga ávirkan á tey pør, ið hava luttikið – pør, ið hava ymiskt baksýni og ymiskar trupulleikar.”