

týs. 06. feb.
|Verkætlan
Tilmelding til verkætlan “Kom aftur til parlagið”
Vit sóknast eftir luttakarum til verkætlanina "Kom aftur til parlagið"
Nær og hvar?
06. feb. 2024, 19:00 – 29. feb. 2024, 19:00
Verkætlan, Faroe Islands
Innihald
Kom aftur til parlagið
Endamálið við verkætlanini er at styrkja um trivnaðin hjá barninum við at stimbra parlagið, ta tíðina tá ið børn koma inn í familjuna, og tvey blíva til trý -ella fýra, ella fimm. Við at byggja víðari á mammubólkarnar og føðifyrireikingarnar, sum vit í Føroyum kenna so væl, ynskja vit við tykkara hjálp, at víðarimenna eitt tilboð, ið vendir sær til bæði foreldrini. Henda verkætlanin skal verða við til at ger tað eins nattúrligt at tosa um parlagið og føðing, sum tað er at tosa um bróstageving og føðing. Við verkætlanini ynskja vit at framleiða føroyskt tilfar, ið tekur støðið í føroyskum pørum og viðurskiftum.
Luttøka
Tit sum ynskja at luttaka, eru knýtt at verkætlanini í 1 ár tilsamans. Luttøkan inniber, at tit deila tykkara upplivingar og meiningar frá lívinum sum par við barni/børnum. Hettar verður gjørt í spurnarblaði og samrøðu, eins og í undirvísing. Foreldrapørini verða…

