top of page

Fyrilestur í samband
við foreldrafund

Foreldrini eru trygga grundarlagið hjá barninum, tí er sera týdningarmikið, at børnini, hóast hjúnaskilnað ella samlívsslit, framhaldandi fáa bestu fortreytir til at liva og mennast víðari. Tí hevur tað eisini stóran týdning at geva foreldrum amboð, ið kunnu vera við til at hjálpa teimum sjálvum og teirra børnum, ið ofta skulu ígjøgnum eina torføra tíð, eftir skilnað.

MEA bjóðar fram fyrilestur til foreldrafundir, har serlig áherðsla verður løgd á tey amboð, ið foreldur kunnu nýta. Millum annað verður tosað um ymiskar hættir hjá foreldrum at samarbeiða, hvat kann skapa ósemjur millum foreldur, og kensluligu støðurnar, ið stava frá einum skilnaði.

  • Heiti: Børn og hjúnaskilnaður/samlívssl

  • Longd: 2 tímar

  • Kostnaður: Kr. 3.000,-

bottom of page