top of page

Fyrilestur í samband
við starvsfólkafund

Á dagstovnaøkinum og skúlaøkinum hevur tað stóran týdning at førleikamenna starvsfólkini soleiðis, at tey eru væl fyri at møta børnunum hvønn dag.

 

Ein vaksandi avbjóðing í samfelagnum í dag er, at fleiri børn uppliva skilnað í familjuni. Hetta kann ávirka trivnaðin og menningina hjá barninum, umframt samspælið, ið tað hevur við onnur.

MEA bjóðar fyrilestur fyri starvsfólkunum, ið gevur teimum enn betri førleikar til at møta børnunum. Fyrilesturin viðger millum annað, hvussu børn handfara støðuna, tá ið skilnaður er í familjuni; hvat stovnurin/skúlin kann gera; hvussu tey vaksnu, ið eru um børnini, kunnu hjálpa og vegleiða best møguligt til gagns fyri barnið.

 

  • Heiti: Børn og hjúnaskilnaður/samlívsslit

  • Longd: 2 tímar

  • Kostnaður: Kr. 3.000,-

bottom of page