top of page
  • Facebook
  • Instagram
Search

Fyrilestur við Mattias Stølen Due

”Tá ið snor, kukkur og spýggja bjóða parlagnum av”


Par- og hjúnalagið er einum til gleði, men samstundis møta parløg nógvum avbjóðingum í samlívinum. Serliga – og tvørsøgið – tá ið børn berast í heim.

Hesin fyrilestur fer – við støði í sálarfrøðiligari vitan og persónligum søgum – at seta gleðirnar og tvørleikarnar í parlagnum í brennidepilin.

Harumframt veitir fyrilesturin ráð til, hvussu ein ítøkiliga kann viðgera tvørleikarnar og varðveita gleðina í parlagnum og familjuni.

Um fyrilestrarhaldaran:


Mattias Stølen Due er stjóri í Center for Familieudvikling í Keypmannahavn. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur tey síðstu 13 árini nomið sær serkunnleika innan arbeiðið við parløgum.

Hann hevur hildið fleiri fyrilestrar, parviðgerðir og parskeið (PREP) og hevur millum annað verið við til at menna fyribyrgjandi ætlanina Par-tjek í samstarvi við Aarhus Universitet og Partelefonen – ein ókeypis telefonráðgevingartænasta. Í 2015 gav hann bókina Pas på forholdet út, ið er týdd til 3 mál.

 
 
 

Comments


Samband

Takk fyri boðini

MEA, Nólsoyar Pálsgøta 2, Klaksvík 

Tel. +298 224921

Teldupostur: vigdis@mea.fo

© 2021 ANNA & ANNAÐ

bottom of page