top of page
  • Facebook
  • Instagram
Search

MEA – húsið fyri familjumenning søkir samstarv við sálarfrøðing um parterapi

MEA er ein vaksandi NGO og søkir eftir einum sálarfrøðingi at gera eina samstarvsavtalu við.

Hevur tú hug at brúka tína sálarfrøðiligu serfrøði til at hjálpa pørum, foreldrum og familjum? Trívist tú við ymiskum arbeiðsuppgávum – frá terapi til fólkaupplýsing? Og vilt tú stuðla undir einari landsætlan, sum snýr seg um at styrkja familjurnar og serliga sambandið millum foreldrini? So er tað tær vit leita eftir.


Um starvið; ein sonevnd samstarvsfelaga-avtala (da. partnerskabsaftale)

Tú gerst ein samstarvspartnari hjá MEA, har tín leiklutur fyrst og fremst vil fevna um sálarfrøðiliga viðgerð, fyri tað mesta parterapi.

Harumframt ímynda vit okkum, at tú í onkran mun luttekur í hinum virkseminum hjá MEA, ið m.a. fevnir um breiða samfelagsupplýsing, fyribyrgjandi almenna undirvísing, ráðgeving og verkætlanir við privatari gransking.

Ein tílík samstarvsavtala kann snikkast saman á 117 ymiskar hættir. Tankin er, at avtalan er fleksibul, og at samstarvið upplagt veksur í vavið yvir tíð.


Hvat bjóða vit?

Vit bjóða tær inn í okkara tvørfakliga felagsskap, har vit eru eitt lítið men sterkt toymi, ið brennur fyri sakini. Tú verður eisini partur av okkara andlitið úteftir.

Útyvir parterapi fært tú møguleika eftir avtalu at luttaka í hinum virkseminum í húsinum, umframt at tú ert vælkomin til at skjóta upp samstarv um nýggjar verkætlanir.

MEA hevur tætt samstarv við Styrk Familierne í Danmark, og vit kunna fáa semju í lag um eftirútbúgving í parterapi umframt leypandi supervisión til lagaligar sømdir.

Ítøkiligt leggur MEA høli til í mun til sálarliga viðgerð í Klaksvík.


Hvat vænta vit av tær?

Vit søkja samstarv við:

·       Løggildan sálarfrøðing við kliniskum royndum, helst eisini royndir við parterapi

·       Ein fleksiblan persón ið dámar at vera við til at dríva og víðka um virksemi hjá einum NGO

·       Ein persón ið brennur fyri at betra um korini hjá børnum í Føroyum við at arbeiða við sambandinum millum foreldrini (óheft av um hesi eru saman ella farin hvør sær)


Eitt sindur um MEA og okkara virksemi

Endamálið hjá okkum er at styrkja familjurnar í Føroyum – til gagns fyri børnini – við átøkum, sum miða móti foreldrasambandinum.

Vit leggja stóran dent á terapi og ráðgeving, men eisini á fyribyrgjandi almenna undirvísing, og átøk innan okkara fakserøki, sum er sambandið millum foreldrini. Vit arbeiða við pørum, skildum familjum og samansettum familjum. Sum NGO hava vit sterkt fokus á fakligheit og samfelagsábyrgd.

Les annars um okkum á www.mea.fo.


Umsókn við CV og skjalfesting av útbúgving og autorisatión skal sendast til stjóran Vígdis Skorheim á vigdis@mea.fo. Spurningar um starvið kunnu sendast skrivliga somuleiðis til stjóran Vígdis Skorheim vigdis@mea.fo.

Umsóknarfreist er fríggjadag 5. juni, 2026, samrøður verða hildnar í endanum av juni, viku 26 og 27.


 
 
 

Comments


Samband

Takk fyri boðini

MEA, Nólsoyar Pálsgøta 2, Klaksvík 

Tel. +298 224921

Teldupostur: vigdis@mea.fo

© 2021 ANNA & ANNAÐ

bottom of page