top of page
  • Facebook
  • Instagram
Search

Child Safeguarding

Nov 2
2 min read

 – Trivnaður, tryggleiki og rættindi hjá børnum í miðdeplinum


Í døgunum 26. – 28. oktober luttók MEA – húsið fyri familjumenning á einum skeiði um Child Safeguarding saman við Barnabata og LGBT+ Føroyum. Danski ráðgevin Anne Mette Friis var komin til Føroya at undirvísa og vegleiða okkum í, hvussu vit kunnu styrkja arbeiðið við at tryggja børn og ung.

Hvat er Child Safeguarding?

Child Safeguarding snýr seg í stuttum um at skapa tryggar karmar fyri børn og ung og at fyribyrgja, at tey verða fyri skaða ella koma í ótryggar støður í samband við virksemið hjá einum felagsskapi.

Í mun til barnavernd, sum í stóran mun snýr seg um at verja og hjálpa børnum, tá ið tey eru í vanda, snýr Child Safeguarding seg um ta ábyrgd, sum ein felagsskapur sjálvur hevur fyri at fyribyrgja, at børn verða sett í ótryggar støður í samband við virksemið hjá felagsskapinum. Tað snýr seg sostatt ikki bert um at vita, hvussu vit skulu bera okkum at, um vit gerast stúrin um eitt barn ella um atburðin hjá starvsfólkum ella øðrum, sum eru knýtt at felagsskapinum. Tað snýr seg eisini um at vera tilvitað um møguligar váðar, hava greiðar mannagongdir og at skapa eina mentan – bæði innanhýsis í felagsskapinum og í arbeiðinum úteftir – har børn verða hoyrd, vird og tikin í álvara.


At síggja barnið – eisini tá ið vit arbeiða við teimum vaksnu

Á skeiðinum arbeiddu vit bæði við einari felags fatan av Child Safeguarding og við ítøkiligum spurningum, sum eru viðkomandi fyri virksemið hjá teimum einstøku felagsskapunum.

Fyri MEA var tað serliga týdningarmikið at seta sjóneykuna á, hvussu vit tryggja, at sjónarmiðini og tørvurin hjá barninum altíð verða havd í huga, hóast okkara arbeiði er rættað móti vaksnum.

Endamálið við arbeiðinum hjá MEA er nevniliga at styrkja tryggleikan og trivnaðin hjá børnum og ungum við at seta sjóneykuna á relatiónina millum foreldrini. Tey átøk, vit seta í verk, hava sostatt ávirkan á lívið hjá børnunum, hóast tey ikki sjálv eru beinleiðis partur av okkara virksemi. Tí er tað avgerandi, at vit altíð hava sjónarmiðið hjá barninum við í okkara arbeiði.


Eitt týdningarmikið stig á leiðini

Skeiðið gav okkum høvi at steðga á, hugleiða um okkara arbeiðshættir og seta orð á bæði tað, sum vit longu gera væl, og tað, sum vit kunnu menna víðari. Nú halda vit fram við at arbeiða við greiðum mannagongdum og felags meginreglum, sum skulu vera við til at tryggja, at rættindi, trivnaður og tryggleiki hjá børnum altíð verða tikin í álvara í okkara arbeiði.

Skeiðið varð hildið í sambandi við, at MEA hevur fingið stuðul frá OAK Foundation Denmark. Vit eru sera takksom fyri stuðulin, sum gevur okkum møguleika at styrkja okkara fakliga grundarlag og menna okkara arbeiðshættir, soleiðis at vit kunnu gera enn meira fyri trivnaðin og tryggleikan hjá børnum og familjum í Føroyum.

 
 
 

Comments


Samband

Takk fyri boðini

MEA, Nólsoyar Pálsgøta 2, Klaksvík 

Tel. +298 224921

Teldupostur: vigdis@mea.fo

© 2021 ANNA & ANNAÐ

bottom of page