top of page
  • Facebook
  • Instagram
Search

Trivnaðarnevndin á vitjan í norðurøkinum

Hósdagin 18. juni var Trivnaðarnevndin á kunningarferð í norðurøkinum. 

Endamálið við túrinum var at fáa kunning og innlit í virkisøkini hjá nevndini. Vitjað varð hjá MEA - húsið fyri familjumenning, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Umsorganarheiminum Gloria, Barnaverndartænastuni í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu og hjá Roðanum í Runavík. 

MEA - húsið fyri familjumenning, er ein sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at skapa góðan trivnað í heimunum. Vígdis Skorheim, stjóri, og Suni Poulsen, stýrisformaður, tóku ímóti. Tey greiddu eitt nú frá, hvørji tilboð og tænastur húsið veitir. Herundir arbeiðið at seta sjóneykuna á sambandið millum foreldur, og hvønn týdning hetta hevur fyri trivnað og tryggleika hjá børnum. 

Mynd: Vígdis Skorheim, stjóri í MEA - húsið fyri familjumenning. Umleið 60 pør søkja sær hjálp hjá MEA um árið.
Mynd: Vígdis Skorheim, stjóri í MEA - húsið fyri familjumenning. Umleið 60 pør søkja sær hjálp hjá MEA um árið.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fekk nevndin fyrst innlit í søguna hjá sjúkrahúsinum. Síðani fekk nevndin høvi at síggja nýggja MR-skannaran og hoyra um arbeiðið á rannsóknarstovuni á sjúkrahúsinum. Nevndin vitjaði eisini gomlu læknahúsini, sokallaða Gula Húsið. Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Per Busk, virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, vístu runt og greiddu frá. 

Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Per Busk, virkandi forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og limirnir í Trivnaðarnevndini. Her standa tey í trappuni uttan fyri gomlu læknahúsini, har fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í dag heldur til. 

Á Umsorganarheiminum Gloria tóku Mamy Dahl Sørensen, leiðari, og Hallgerð Akurstein, stýrislimur ímóti og greiddu frá. Umsorganarheimið Gloria hevur síðani 2018 verið ein trygd hjá fólki við sosialum avbjóðingum. Í dag búgva 8 menn á heiminum.  

Hallgerð Akurstein, stýrislimur, Mamy Dahl Sørensen, leiðari og Trivnaðarnevndin, uttan fyri Umsorganarheimið Gloria.
Hallgerð Akurstein, stýrislimur, Mamy Dahl Sørensen, leiðari og Trivnaðarnevndin, uttan fyri Umsorganarheimið Gloria.

Síðani gekk leiðin til Fuglafjarðar at vitja Barnaverndartænastuna í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu. Ingi Hansen, leiðari, og starvsfólkini tóku ímóti og greiddu frá arbeiðinum hjá barnaverndartænastuni. Ein serlig avbjóðing á barnaverndarøkinum eru børn, ið eru komin til Føroya úr øðrum londum við øðrum máli og mentan. Í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu eru í løtuni 43 næmingar í skúlunum við øðrum etniskum uppruna enn føroyskum. 

Ingi Hansen, leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu, starvsfólk og Trivnaðarnevndin.  
Ingi Hansen, leiðari fyri Barnaverndartænastuna í Eystur- og Fuglafjarðar kommunu, starvsfólk og Trivnaðarnevndin.  

At enda á túrinum gekk leiðin til Runavíkar at vitja Roðan. Roðin er samstarv um heimatænastu og eldrarøkt millum Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur. Jóngerð Guttesen, leiðari, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og stýrisformaður, tóku ímóti og greiddu frá søguni hjá eldrarøktini í Eysturoynni og virkseminum hjá Roðanum. Herundir búpláss, heimahjálp, dagtilhald, demenstænasta og umlætting. Nevndin fekk eisini eina rundvísing á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, ið varð tikið í brúk í 1984, og sum í dag hevur íalt 70 búpláss. 

Myndur og tekstur eru frá logting.fo

Mynd: Vígdis Skorheim, stjóri í MEA, Grímur Sundstein formaður í Trivnaðarnevndini, Bjørt Lind, nevndarlimur, Liljan Weihe, nevndarlimur, Sunnvá Dahl Høgfeldt, nevndarlimur, Sámal Petur í Grund, næstformaður, Magni Højgaard, nevndarlimur og Suni Poulsen, stýrisformaður fyri sjálvsognarstovnin MEA.

Comments

Samband

Takk fyri boðini

MEA, Nólsoyar Pálsgøta 2, Klaksvík 

Tel. +298 224921

Teldupostur: vigdis@mea.fo

© 2021 ANNA & ANNAÐ

bottom of page