top of page
Search

Trívast foreldrini betrast fortreytirnar hjá barninum

Tað er ikki uttan orsøk, at vit ferð eftir ferð hoyra, hvussu umráðandi tað er, fyrst seta iltmaskuna á hjá tær sjálvum, áðrenn tú hjálpir øðrum. Tað er nevniliga ógjørligt at hjálpa øðrum, um tú ert illa fyri - tað ber í øllum førum ikki til í langa tíð.


Tú kanst siga nakað tað sama um foreldur at børnum, ið hava serligan tørv. Tí um nakar hevur tørv á stuðli og hjálp fyri at kunna hjálpa sínum dýrgripum, eru tað hesi somu foreldrini. Í síðstu viku var kjak í Breddanum um serflokkar í fólkaskúlanum, og tað var ógvuliga áhugavert fyri okkum í MEA, ið eins og fleiri aðrir fakbólkar, hava áhuga í trivnaðinum hjá børnunum í Føroyum.


Í sendingini tosaðu Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna-og undirvísingarmálum, og Fríðbjørg Hammer, varaskúlastjóri í Kollafjarðar skúla, um tilmælið ”Børn við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum”. Tilmælið, sum varð handað landsstýrismanninum fyrst í árinum, nevnir 9 ítøkilig átøk sum kunnu setast í verk, soleiðis at skúlar og aðrar avvarðandi skipanir, skilabest kunnu geva børnum við serligum tørvi, betri fyritreytir at trívast í fólkaskúlanum.


Tað var serliga áhugavert at hoyra Fríðbjørg Hammer tosa um um átak 9., sum snýr seg um at samskipa og uppraðfesta undirvísing um sálarlig viðurskifti (psykoedukatión) til barnið og foreldur teirra aftaná, at barnið hevur fingið staðfest psykiatriska diagnosu. Tað er umráðandi, heldur hon, tí tá ið eitt barn hevur serligan tørv, so ávirkar tað ikki bara barnið, men tað ávirkar eisini foreldrini.


Ein holistisk tilgongd er neyðug

Og tað er nú, vit aftur draga samanberingina við trygdarkunningina umborð á einum flogfari fram. Tí tað er als eingin ivi um, at trívast foreldur í parlagnum, eru fortreytirnar fyri at barnið trívist munandi størri. Tí hevur MEA serligt fokus á júst samstarvið og relatiónirnar í familjuni.

Vit vita frá gransking, at tá relatiónin millum foreldrini er góð, gerast børnini trygg og hava betri fyritreytir sosialt, so sum í vinabólkum og øðrum. Harafturat kann eitt umhvørvi, har foreldur megna at loysa avbjóðingar við góðum samskifti, vera við til at geva barninum betri náttarsvøvn og betri heilsu sum heild.


Tí vilja vit koma við okkara íkasti til, hvussu vit kunnu stuðla familjuni - eisini áðrenn barnið fær diagnosu stillaða. Okkara íkast leggur dent á parlagið og raðfestir fyribyrging. Tí tað er ómetaliga umráðandi, at foreldur fáa ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar fyri at vera har fyri sítt barn.


Tá vit vita, at trivnaðurin hjá einum barni er tætt knýttur at trivnaðinum hjá foreldrunum í parlagnum, er tað at arbeiða við foreldrunum samstundis ein liður í holistisku tilgongdini, sum fevnir um trivnaðin hjá børnunum, sum landsstýrismaðurin eisini nevndi í innslagnum. Parlagið hevur týdning fyri trivnaðin

Í sama Bredda nevnir Fríbjørg so sera væl, at foreldrini koma í eina svára kreppu, tá ið barn teirra er í kreppu. At seta í verk átak 9., metir arbeiðsbólkurin fer at gera stóran mun, tí við hesum røkkur tú bæði barninum og foreldrum teirra, og eisini fer tað at hava ávirkan á familjustrukturin sum heild. MEA tekur fult undir við íverksetan av átaki 9., sum skal geva borgarum og avvarðandi teirra, vitan um evnir í sambandi við psykiatriskar trupulleikar -tó so sóknast vit eftir tí fyribyrgjandi sjónarmiðnum, tá ið tosað verður um trivnaðin hjá børnunum í skúlanum.


Hjá MEA arbeiða vit fyri tryggleika og trivnaði ímillum menniskju, og er endamál okkara at geva foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið og hvønn einstakan. Í løtuni bjóðar MEA ókeypis parskeið kring landið -bæði til foreldur at smábørnum, eins og til foreldur at børnum við serligum tørvi. Eitt fyribyrgjandi tilboð verður sostætt bjóðað, og hettar er uttan mun til um barnið hevur fingið eina diagnosu ella ikki. Ígjøgnum tilboðið, fáa foreldur amboð, so tey konstruktivt kunnu tosa um tær kreppur tey kunnu koma í, um barnið fær staðfest eina diagnosu.


Tí er tað eisini av alstórum týdningi, at landsstýrið í síni tilgongd ikki bert hugsar í reaktivum loysnum, sum skulu bøta um barnið. Landsstýrið eigur í størri mun at hugsa foreldrini fyrst fremst, tí bara við góðari relatión í parlagnum, kunnu foreldrini geva neyðugu hjálpina til barn teirra. Tí heita vit á landsstýrið, um at raðfesta fyribyrging fremri.



Íkast frá MEA -húsið fyri familjumenning til kjakið í Breddanum 23-08-2023.

56 views0 comments

Comments


bottom of page