top of page
Search

Gott at sjóneykan verður sett á familjuna

Eisini Hvannasunds kommuna hevur nú gjørt samstarvsavtalu við MEA, og í næstum fara borgararnir í kommununi, at fáa møguleikan at fáa ókeypis foreldraskeið.


- Vit fegnast um at sjóneykan verður sett á familjuna, og at grundvøllurin undir lívinum hjá børnunum í kommununi á hendan hátt kann styrkjast, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.


Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.



Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Hvannasunds kommuna er við í samstarvinum, og vísir á, at nú nýggj heimasíða er almenn, er møguligt at tekna seg til ymisku skeiðini, ið stovnurin bjóðar út.

33 views0 comments
bottom of page