top of page
Search

Kunoyar kommuna eisini í samstarv við MEA

Fleiri og fleiri kommunur hava seinastu tíðina undirskriva samstarv við MEA – húsið fyri familjumenning, sum í næstum fer at bjóða foreldrum í kommununi ókeypis foreldraskeið.

Herfyri bleiv avtalan við Kunoyar kommunu eisini undirskrivað, so eisini borgarar á Kunoynni kunnu fáa gleði av nýggja tilboðnum. Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri sigur, at hetta er ein liður í at styrkja um familjuna, og vónar at borgarar taka væl ímóti átakinum.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, fegnast um at Kunoyar kommuna eisini vil vera við í samstarvinum, og vónar at fleiri leggjast afturat komandi tíðina


27 views0 comments
bottom of page