top of page
Search

Styrkur til familjulív í Fuglafjarðar kommunu



Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt samstarvsavtalu við MEA, sum er húsið fyri familjumenning.


Tað var fríggjadagin hin 17. desember, at borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Dávur Juul og Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA, skrivaðu undir samstarvsavtalu.


- Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum amboð og hjálp fyri at styrkja um familjulívið, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.


Neyvari gevur avtalan møguleika fyri at -


* Øll foreldrapør í kommununi, sum hava børn við tørvi, kunnu tekna seg til PREP-skeið ókeypis.

* Øll foreldrapør í kommununi kunnu tekna seg til KIFF-skeið ókeypis.

* Allar familjur í kommununi hava møguleika fyri at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving


PREP stendur fyri Prevention and Relationship Enhancement - ella leysliga týtt: Praktiskur reiðskapur til eitt enn betri parlag.


KIFF-skeiðið er til foreldur, sum eru farin frá hvørjum øðrum, men sum gjarna vilja styrkja samstarvið um felags børn.


- Verður undirtøkan nóg stór, verður miðjað eftir at skipa okkurt skeið í Fuglafirði, siga tey í Fuglafjarðar kommunu.

Lagt verður aftrat, at tey, sum ynskja at gera brúk av avtaluni, kunnu ringja ella skriva beinleiðis til MEA á telefon 224921 ella mea@mea.fo.



Samstarvsavtalan millum Fuglafjarðar kommunu og MEA er galdandi frá 1. Januar 2022 og trý ár fram.

33 views0 comments
bottom of page