top of page
Search

Sørvágs kommuna og MEA gjørt samstarvsavtalu

Fleiri og fleiri kommunur hava seinastu tíðina undirskriva samstarv við MEA – húsið fyri familjumenning.


Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp at styrkja um familjulívið.


Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Sørvágs kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannamálaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið.


Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt. Allar familjur í kommununi hava møguleika, at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA sigur, at eitt av endamálunum hjá MEA er at styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað, og tí fegnist hon um, at Sørvágs kommuna vil geva sínum borgarum eitt víðkað skeiðstilboð, soleiðis at foreldur m.a. kunnu fáa amboð til, hvussu foreldur best kunnu samstarva um børnini, tá talan er um hjúnaskilnað ella samlívsslit.


Samstarvsavtalan millum partarnar er galdandi frá 1. januar 2023 at rokna og eitt ár fram.






47 views0 comments
bottom of page