top of page
Search

Ókeypis tilmelding latin upp á alnótini

Stovnurin, sum arbeiðir fyri at skapa góð sambond millum menniskju, bæði í parlagi og uttan fyri parlag, hevur somuleiðis latið upp fyri tilmelding á heimasíðuni.


- Vit ynskja at skapa góðar relatiónir millum menniskju, bæði í og uttan fyri parlagið, og eisini geva foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp fyri at styrkja familjulívið og hvønn einstakan, sigur Vígdis Skorheim, leiðari á MEA.


- Við nýggju heimasíðuni verður tað lættari hjá øllum føroyingum at tekna seg til ymisku skeiðini, sum í flestu førum eru ókeypis. Hetta er møguligt, tí Almannamálaraðið og fleiri kommunur í Føroyum, hava staðið saman um leistin, sigur Vígdis.


Par-skeiðið er ókeypis fyri øll pør í Føroyum, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð. Vit hava valt at gera tað so ómakaleyst sum gjørligt fyri foreldrini. Tí verða skeiðini hildin ymsastaðni kring landið, so frástøðan til skeiðini verður so stutt sum gjørligt.


Nakrar kommunur í Føroyum hava eisini gjørt seravtalu við MEA, sum fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi. Hesi skeið eru ókeypis fyri borgarar, ið hoyra undir tær kommununar.



- Vit vóna, at fólk lættliga finna runt á heimasíðuni, og at vit komandi dagarnar fáa fleiri tilmeldingar, sigur Vígdis Skorheim, sum eisini vísir á, at fólk eru vælkomin at ringja ella skriva til sín, um tey hava spurningar.

14 views0 comments
bottom of page