Vága kommuna og MEA gjørt samstarvsavtalu

MEA
- húsið fyri familjumenning
MEA arbeiður fyri tryggleika og trivnaði í samspælinum millum menniskju. Vit vilja styrkja relatiónir og fyribyrgja mistrivnaði gjøgnum upplýsing, útbúgving og terapi – til gleði fyri børn, ung og vaksin. Vit styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamstarvið eftir møguligan skilnað.
SKEIÐ OG TILTØK
- frí. 24. feb.Klaksvík
- frí. 24. mar.Kaffihúsið
- frí. 19. maiKlaksvík19. mai, 08:00 – 20. mai, 08:00Klaksvík, Klaksvík, FærøerneÓkeypis par-skeið fyri øllum foreldrum í smábarnafamiljum. Skeiðini vera í Tórshavn í mars, í Klaksvík í maj og í Runavík í september. Fríggjadag kl. 9:00-16:00 Leygardag kl. 9:00-16:00 Møguligt er, at melda tykkum til longu nú, og vit venda aftur til tykkum tá dato er sett á.
MEA bjóðar
Fyrilestrar og skeið í samband við fundir, átøk og førleikamenning
Fyrilestur í samband við starvsfólkafund
Fyrilestur fyri starvsfólkum, ið gevur teimum enn betri førleikar til uppgávuna við børnunum í samband við hjúnaskilnað ella samlívsslit.
Fyrilestur í samband við foreldrafund
Fyrilestur til foreldra-fundir, har serlig áherðsla verður løgd á tey amboð, ið foreldur kunnu nýta í samband við hjúnaskilnað ella samlívsslit.
Luttøka á ráðleggingardegi
Víst verður á amboð, sum starvsfólk kunnu nýta í samband við hjúnaskilnað ella samlívsslit, og amboð, ið foreldur kunnu nýta eftir skilnað.
Barnabólka-útbúgving
Nú er møguligt hjá starvsfólkum, ið arbeiða við børnum í skúlaaldri, at taka „børnegruppe- uddannelsen“ í Føroyum
PREP-skeið
Tað er ringt at geva kærleik-anum góðar gróðrarvánir í einum skundmiklum gerandisdegi, tó at tey flestu vilja eitt gott parlag og trygga familju. Á par-skeiðnum fáa tit íblástur til at røkja um kærleikan.
KIFF-skeið
Foreldrasamstarvsskeiði er til tykkum foreldur, ið eru farin frá hvørjum øðrum, men gjarna vilja styrkja samstarvið um tykkara felags børn.
Spurningar?
Hevur tú spurningar, ella ynskir tú at frætta nærri set teg endiliga í samband við meg.
Vígdis Skorheim
Tel. +298 224921
